Far beinleiðis til innihaldið

Banna Jehova vitni ávísum filmum, bókum ella sangum?

Banna Jehova vitni ávísum filmum, bókum ella sangum?

 Nei. Okkara samskipan kannar ikki ávísar filmar, bøkur ella sangir fyri at gera av, hvørjum tey einstøku skulu halda seg frá. Hví ikki?

  Bíblian mælir hvørjum einstøkum til at ’venja sansarnar at skilja millum gott og ilt’. – Hebrearabrævið 5:14.

  Í Bíbliuni eru meginreglur, sum kristin kunnu hugsa um, tá ið tey skulu velja undirhald. a Í øllum lívsins viðurskiftum royna vit at ’rannsaka, hvat Harranum toknast’. – Efesusbrævið 5:10.

  Bíblian sigur, at høvdið í familjuni hevur ein ávísan myndugleika, og tí velur viðkomandi kanska at siga, at familjan skal halda seg frá ávísum undirhaldi. (1 Korintbræv 11:3; Efesusbrævið 6:1-4) Men uttan fyri familjuna hevur eingin myndugleika at siga, at ávísir filmar ella sangir eru óhóskandi fyri Jehova vitni sum heild. – Galatiabrævið 6:5.

a Til dømis fordømir Bíblian alt, sum fremur okkultismu, kynsligt siðloysi ella harðskap. – 5 Mósebók 18:10-13; Efesusbrævið 5:3; Kolossebrævið 3:8.