Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Skal eg lata meg doypa? – 1. partur: Hvønn týdning hevur dópurin?

Skal eg lata meg doypa? – 1. partur: Hvønn týdning hevur dópurin?

 Hvørt ár lata nógv ung, sum eru vaksin upp sum Jehova vitni, seg doypa. Er tað nakað, tú hugsar um at gera? Um so er, mást tú skilja, hvønn týdning vígsla og dópur hava.

 Hvat er dópur?

 Dópurin, sum Bíblian vísir á, merkir, at mann verður koyrdur heilt undir vatn – ikki bara at mann fær eitt sindur av vatni á høvdið – og dópurin hevur eisini ímyndarligan týdning.

  •   At tú verður koyrdur heilt undir vatn, vísir øðrum, at tú ikki longur bara vilt gera tað, sum tú sjálvur hevur hug til.

  •   At tú kemur upp úr aftur vatninum, vísir øðrum, at lívið hjá tær frá nú av snýr seg um at gera tað, sum gleðir Gud.

 Tá ið tú letur teg doypa, viðurkennir tú alment, at Jehova hevur myndugleika at gera av, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Tú vísir eisini, at tú hevur lovað Jehova, at tú altíð fert at gera tað, sum hann vil hava teg at gera.

 Hugsa um hetta: Hvat kundi givið tær hug til at lova Jehova at vera trúfastur móti honum alt lívið? Les 1. Jóhannesarbræv 4:19 og Opinberingina 4:11.

 Hvat er vígsla?

 Áðrenn tú verður doyptur, mást tú sjálvur víga títt lív til Jehova. Hvussu gert tú tað?

 Tú biður eina bøn til Jehova og fortelur honum, at tú lovar at tæna honum í allar ævir, og at tú vilt gera tað, sum hann vil, líkamikið hvat hendir, og líkamikið hvat onnur velja at gera.

 Tá ið tú verður doyptur, vísir tú øðrum, at tú hevur givið Jehova hetta lyftið. Tá síggja tey, at tú ikki longur bara vilt gera tað, sum tú sjálvur hevur hug til, men tað, sum gleðir Jehova. – Matteus 16:24.

 Hugsa um hetta: Hví fært tú eitt betri lív, tá ið tú roynir at gera tað, sum gleðir Jehova? Les Esaias 48:17, 18 og Hebrearabrævið 11:6.

 Hví er tað umráðandi at blíva doyptur?

 Jesus segði, at tey, sum vildu verða hansara lærisveinar, skuldu lata seg doypa. (Matteus 28:19, 20) Tí er tað framvegis eitt krav, at kristin lata seg doypa. Bíblian sigur faktiskt, at mann má vera doyptur fyri at kunna blíva frelstur. – 1. Pætursbræv 3:21.

 Men motivið eigur at vera, at tú elskar Jehova og virðismetir títt vinalag við hann. Tú eigur at hugsa sum ein tænari hjá Jehova, ið skrivaði: ’Við hvørjum skal eg løna HARRANUM allar vælgerðir Hansara móti mær? Eg skal ákalla navn HARRANS. Lyfti míni skal eg halda HARRANUM.’ – Sálmur 116:12-14.

 Hugsa um hetta: Hvat hevur Jehova gjørt fyri teg, og hvussu kanst tú vísa, at tú ert takksamur fyri tað? Les 5. Mósebók 10:12, 13 og Rómbrævið 12:1.