Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu fært tú mest burtur úr fjarundirvísing?

Hvussu fært tú mest burtur úr fjarundirvísing?

 Nógvir næmingar fáa undirvísing í eini øðrvísi „skúlastovu“ í løtuni – heima við hús. Fært tú eisini tað? Um so er, hvussu kanst tú so fáa sum mest burturúr? Her eru nøkur uppskot. a

 Fimm góð ráð

  •   Hav eina góða rutinu. Royn at fylgja einari vanligari tímatalvu, sum um tú vart í skúla. Set tíð av til skúlating, húsligar uppgávur og annað, sum hevur týdning. Tú kanst broyta tímatalvuna, viss tað er neyðugt.

     Meginregla í Bíbliuni: „Ansið eftir, at alt fer fram við skili.“ – 1. Korintbræv 14:40, Nýggi Sáttmálin.

     „Legg dagin til rættis, sum um tú vart í skúla. Tú mást hava eina fasta tíð til at gera tað, sum tú skalt gera.“ – Katie.

     Hugsa um hetta: Hví er tað gott at gera eina tímatalvu og heingja hana eitt stað, har hon er løtt at fáa eyga á?

  •   Hav sjálvdisiplin. Viðhvørt noyðist tú at gera okkurt, sjálvt um tú ikki hevur hug. Tað er ein partur av at blíva vaksin. Lat vera við at útseta tingini.

     Meginregla í Bíbliuni: „Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara.“ – Rómbrævið 12:11.

     „Tað ringasta hjá mær er at hava sjálvdisiplin. Tað er lætt at finna upp á umberingar og siga: ’Eg geri skúlatingini seinni.’ Men so endar tað við, at mann ikki ger tey seinni, og so kemur mann afturúr.“ – Alexandra.

     Hugsa um hetta: Hvussu kann tað at gera skúlating um somu tíð og sama stað hvønn dag hjálpa tær at hava størri sjálvdisiplin?

  •   Finn tær eitt fast pláss at gera skúlating. Hav alt hjá tær, sum tú skalt brúka. Ger tað hugnaligt, men ikki alt ov hugnaligt. Tú skalt jú gera nakað til nyttu, ikki sova. Um tað ikki ber til at hava títt heilt egna pláss, kanst tú kanska sita í køkinum ella í einum sovikamari.

     Meginregla í Bíbliuni: „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning.“ – Orðtøkini 21:5.

     „Legg bóltin, videospølini og gittarin til viks, og set telefonina á ljóðleyst. Lat einki órógva teg.“ – Elizabeth.

     Hugsa um hetta: Hvat kanst tú gera, so tú lættari fært konsentrerað teg?

  •   Lær teg at halda fokus. Konsentrera teg um tað, sum tú ert í ferð við, og lat vera við at multitaska. Viss tú roynir at gera fleiri ting í senn, kemur tú lættari at gera feilir, og tað tekur longri tíð at blíva liðugur.

     Meginregla í Bíbliuni: „Brúkið tíðina við skili.“ – Efesusbrævið 5:16, New World Translation.

     „Eg fekk ikki konsentrerað meg, tá ið eg hevði telefonina hjá mær. Eg spilti tíðina burtur.“ – Olivia.

     Hugsa um hetta: Kundi tú við tíðini lært teg at fokusera upp á eitt ting í senn?

  •   Halt steðgir. Rør teg. Tú kundi til dømis gingið ella súkklað tær ein túr. Eitt ítriv kann eisini geva nýggjar kreftir. Men sum bókin School Power sigur: „Ger skúlatingini liðug fyrst. Mann kann lættari njóta frítíðina, tá ið mann hevur gjørt tað, sum mann skal.“

     Meginregla í Bíbliuni: „Betri er ein nevi av friði enn báðar hendur fullar av strevi og av eftirsókn eftir vindi!“ – Prædikarin 4:6.

     „Í skúlanum høvdu vit ’sang og tónleik’ og ’handverk og list’. Eg hevði ikki hugsað um, hvussu væl mær dámdi tær lærugreinarnar, fyrr enn vit ikki høvdu tær longur. Tað er gott at gera okkurt kreativt umframt øll skúlatingini.“ – Taylor.

     Hugsa um hetta: Hvat kanst tú gera í steðginum, so tú betur fært konsentrerað teg um skúlatingini aftaná?

a Tað eru nógvir mátar at fáa fjarundirvísing upp á. Brúka tey uppskotini, sum rigga hjá tær.