Far beinleiðis til innihaldið

Er Bíblian mannavísdómur?

Er Bíblian mannavísdómur?

Bíblian svarar

 Í Bíbliuni, ella Halgubók, eru nógv vísdómsorð. Men legg til merkis, hvat Bíblian sigur um seg sjálva: „Øll skriftin er innblást av Gudi.“ (2. Timoteusarbræv 3:16) Hetta er væl prógvað. Hugsa um hetta:

  •   Tað hevur ongantíð eydnast nøkrum at mótprógva, at Bíblian er søguliga eftirfarandi.

  •   Teir, sum skrivaðu Bíbliuna, vóru ærligir menn. Og teirra opinleiki ber týðiligan dám av sannleika.

  •   Bíblian hevur eitt aðalevni, sum er, at øll skulu sanna, at Gud hevur rætt at stjórna mannaættini, og at Guds himmalska ríki skal fremja hansara ætlan.

  •   Bíblian varð skrivað fyri fleiri túsund árum síðani, og kortini eru ongar vísindaligar misfatanir í henni, sum annars vóru vanligar fyrr í tíðini.

  •   Søgan hevur prógvað, at profetiir, ella forsagnir í Bíbliuni, eru gingnar út.