Far beinleiðis til innihaldið

Mótsigur Bíblian sær sjálvari?

Mótsigur Bíblian sær sjálvari?

Bíblian svarar

 Nei, øll Bíblian er harmonisk. Hóast okkurt brot í Bíbliuni kanska sær út til at vísa, at hon mótsigur sær sjálvari, ber tað vanliga til at skilja tekstin rætt, um vit brúka eina ella fleiri av hesum meginreglunum:

  1.   Hugsa um samanhangið. Ein og hvør høvundur kann tykjast at mótsiga sær sjálvum, um orðini verða tikin út úr sínum samanhangi.

  2.   Hugsa um, hvat sjónarhorn høvundurin hevði. Eygnavitni kunnu geva eina neyva lýsing av einari hending uttan at brúka tey somu orðini ella nevna teir somu smálutirnar.

  3.   Hugsa um tað, sum søgan hevur prógvað, og um siðirnar tá í tíðini.

  4.   Kanna, um orðini skulu skiljast ímyndarliga ella bókstavliga.

  5.   Hugsa um, at tann, sum verður sagdur at hava gjørt okkurt, kanska ikki persónliga framdi gerðina. a

  6.   Brúka eina neyva bíbliuumseting.

  7.   Royn ikki at fáa tað, sum Bíblian sigur, at samsvara við skeivar trúarsetningar.

 Her eru nøkur dømi, sum vísa, hvussu hesar meginreglurnar kunnu hjálpa okkum at skilja, hví tað onkustaðni kann síggja út, sum Bíblian mótsigur sær sjálvari.

Meginregla 1: Samanhang

  Um Gud hvíldi sjeynda dagin, hvussu hevur hann so hildið fram at arbeiða? Samanhangið í skapanarsøguni vísir, at orðini um, at Gud „hvíldi sjeynda dagin frá øllum verkinum, ið Hann hevði gjørt“, sipa til skapanina av jørðini og øllum, sum hevur við hana at gera. (1. Mósebók 2:2-4) Tá ið Jesus segði, at Gud „arbeiðir líka til nú“, var tað ikki nøkur mótsøgn, tí hann tosaði um onnur verk hjá Gudi. (Jóhannes 5:17) Onnur verk hjá Gudi eru til dømis, at hann hevur innblást Bíbliuna, og at hann leiðir og tekur sær av mannaættini. – Sálmur 20:7; 105:5; 2. Pætursbræv 1:21.

Meginreglurnar 2 og 3: Sjónarhorn og søga

  Hvar grøddi Jesus blinda mannin? Lukas sigur í sínari frásøgu, at Jesus grøddi ein blindan mann, tá ið hann „nærkaðist Jeriko“, meðan Matteus, sum skrivar um somu hendingina, nevnir tveir blindar menn og sigur, at tað hendi, tá ið Jesus fór „út úr Jeriko“. (Lukas 18:35-43; Matteus 20:29-34) Hóast frásøgurnar eru skrivaðar úr hvør sínum sjónarhorni, hóska tær væl saman og stuðla hvørji aðrari. Til spurningin um, hvussu nógvar menn talan var um, er Matteus neyvur og sigur, at tað vóru tveir menn, meðan Lukas bara hugsar um mannin, sum Jesus tosar við. Í sambandi við staðið eru fornfrøðingar komnir fram til, at Jeriko á Jesusar døgum var í tveimum pørtum. Hálvur annar kilometur var millum gamla jødiska býin og nýggja rómverska býin. Jesus var kanska staddur onkustaðni millum hesar báðar býirnar, tá ið hann gjørdi hetta undrið.

Meginregla 4: Ímyndarligt og bókstavligt

  Verður jørðin oyðiløgd? Bíblian sigur í Prædikaranum 1:4, at „jørðin stendur í allar ævir“, og hetta kann tykjast at vera í stríð við tað, sum stendur í 2. Pætursbrævi 3:10 um, at „jørðin og alt, ið henni er á, [skal] brenna upp“. Men í Bíbliuni verður orðið „jørðin“ bæði brúkt bókstavliga, tá ið talan er um okkara gongustjørnu, og ímyndarliga, tá ið talan er um menniskjuni, sum búgva á henni. (1. Mósebók 1:1; 11:1) Tá ið 2. Pætursbræv 3:10 sigur, at „jørðin“ skal brenna upp, merkir tað ikki, at okkara gongustjørna skal oyðileggjast, men at „hini gudleysu menniskju skulu ... ganga til grundar“. – 2. Pætursbræv 3:7.

Meginregla 5: Hvør gjørdi tað?

  Hvør kom til Jesus við eini umbøn frá høvuðsmanninum? Í Matteus 8:5, 6 stendur, at høvuðsmaðurin sjálvur kom til Jesus, meðan Lukas 7:3 sigur, at høvuðsmaðurin sendi nakrar av hinum elstu hjá jødunum til Jesus við umbønini. Hetta, sum kann tykjast at vera ein mótsøgn, kann skiljast sum, at umbønin kom frá høvuðsmanninum, men at hann bað nakrar elstar fara til Jesus fyri seg.

Meginregla 6: Neyv umseting

  Synda vit øll? Bíblian lærir, at øll menniskju arva syndina frá fyrsta manninum, Ádami. (Rómbrævið 5:12) Summar umsetingar tykjast at mótsiga hesum, tí tær siga, at eitt gott menniskja „syndar ikki“. (1. Jóhannesarbræv 3:6) Á upprunamálinum, grikskum, stendur sagnorðið, sum í 1. Jóhannesarbrævi 3:6 er umsett „syndar“, í nútíð, sum vanliga lýsir eina framhaldandi gerð. Munur er á arvasyndini, sum vit ikki fáa gjørt nakað við, og á at ganga ímóti Guds lógum við vilja. Hetta hava aðrar umsetingar gjørt lættari at skilja við at brúka neyvari orðingar. Tær skriva nevniliga „heldur fram at synda“ ella „verða verandi í syndini“. – New World Translation; Nýggi Sáttmálin.

Meginregla 7: Bíblian, ikki trúarsetningar

  Er Jesus javnlíkur Gudi, ella er hann undirgivin Gudi? Jesus segði einaferð: „Eg og Faðirin, Vit eru eitt,“ men hann segði eisini: „Faðirin er størri enn Eg,“ sum kann tykjast at vera ein mótsøgn. (Jóhannes 10:30; 14:28) Skulu vit skilja hesi ørindini rætt, mugu vit kanna, hvat Bíblian lærir um Jehova og Jesus, og ikki royna at laga ørindini eftir tríeindarlæruni, sum ikki er grundað á Bíbliuna. Bíblian vísir, at Jehova ikki bara er faðir Jesusar, men eisini Gud hansara, ja, hann sum sjálvt Jesus tilbiður. (Matteus 4:10; Markus 15:34; Jóhannes 17:3; 20:17; 2. Korintbræv 1:3) Jesus er ikki javnlíkur Gudi.

 Tá ið Jesus segði: „Eg og Faðirin, Vit eru eitt,“ vísir samanhangið, at hann tosaði um, at hann og faðirin, Jehova Gud, vóru samdir og høvdu somu ætlan. Um henda einleikan segði Jesus: „Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.“ (Jóhannes 6:38) Nakað tað sama var galdandi í sambandinum millum Jesus og tey, sum fylgdu honum. Hann bað til Gud um tey: „Dýrdina, ið Tú hevur givið Mær, havi Eg givið teimum, fyri at tey skulu vera eitt, sum Vit eru eitt – Eg í teimum, og Tú í Mær.“ – Jóhannes 17:22, 23.

a Til dømis skrivar Encyclopædia Britannica í eini grein um Taj Mahal, „at tað var Shah Jahan stórmogulur, sum bygdi tað“. Men hann bygdi tað ikki sjálvur, tí greinin sigur eisini, at „meira enn 20.000 arbeiðsmenn“ vórðu settir at gera arbeiðið.