Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er uppreisnin?

Hvat er uppreisnin?

Bíblian svarar

 Tað orðið í Bíbliuni, sum verður umsett til „uppreisn“, kemur av grikska orðinum anastasis, sum merkir „at reisa seg upp“ ella „reisast á føtur aftur“. Ein persónur, sum fær eina uppreisn, verður reistur upp frá deyðum og verður tann sami persónurin, sum hann var áðrenn. – 1. Korintbræv 15:12, 13.

 Hóast orðið „uppreisn“ ikki er at finna í Hebraisku skriftunum, sum eisini verða róptar Gamla testamenti, so er læran um uppreisnina kortini at finna har. Til dømis gav Gud hetta lyftið gjøgnum profetin Hoseas: „Úr valdi deyðaríkisins skal Eg frelsa tey, úr deyðanum skal Eg loysa tey út.“ – Hoseas 13:14; Job 14:13-15; Esaias 26:19; Dániel 12:2, 13.

 Hvar fáa tey deyðu lívið aftur? Summi verða reist upp til lív í himli, har tey skulu ráða sum kongar saman við Kristusi. (2. Korintbræv 5:1) Bíblian rópar hetta hina ’fyrru uppreisnina’, og tað vísir, at tað eisini verður ein seinna uppreisn. (Opinberingin 20:6.) Seinna uppreisnin verður til lív á jørðini, og tey flestu av teimum, sum eru deyð, fáa hesa uppreisnina. – Matteus 5:5.

 Hvussu fáa tey deyðu lívið aftur? Gud hevur givið Jesusi vald at geva teimum deyðu lívið aftur. (Jóhannes 11:25) Jesus fer at reisa „øll tey, sum eru í grøvunum“, upp til lív, og tey fáa øll sín egna persónleika og síni egnu minni aftur. (Jóhannes 5:28, 29) Tey, sum verða reist upp til lív í himli, fáa ein andaligan kropp, og tey, sum verða reist upp til lív á jørðini, fáa ein fysiskan kropp og verða sunn og frísk. – Esaias 33:24; 35:5, 6; 1. Korintbræv 15:42-44, 50.

 Hvørji fáa lívið aftur? Bíblian sigur, at „uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum“. (Ápostlasøgan 24:15) Tey rættvísu fevna um trúføst menniskju, sum til dømis Nóa, Sáru og Ábraham. (1. Mósebók 6:9; Hebrearabrævið 11:11; Jákupsbrævið 2:21) Tey órættvísu fevna um tey, sum ikki hava havt møguleika at læra um Guds normar og tí heldur ikki hava kunnað livað eftir teimum.

 Tey, sum eru ónd og ikki vilja broyta seg, fáa ikki eina uppreisn. Tá ið tey doyggja, hava tey onga vón um at fáa lívið aftur. – Matteus 23:33, New World Translation; Hebrearabrævið 10:26, 27.

 Nær fáa tey deyðu lívið aftur? Bíblian hevur boðað frá, at uppreisnin til himmalskt lív skuldi fara fram undir nærveru Kristusar, sum byrjaði í 1914. (1. Korintbræv 15:21-23) Uppreisnin til lív á jørðini verður undir túsundáraríki Jesusar, tá ið jørðin verður eitt paradís. – Lukas 23:43, New World Translation; Opinberingin 20:6, 12, 13.

 Hví er tað skilagott at trúgva upp á uppreisnina? Í Bíbliuni lesa vit um níggju uppreisnir, og eygnavitni vóru til allar. (1. Kongabók 17:17-24, New World Translation; 2. Kongabók 4:32-37; 13:20, 21; Lukas 7:11-17; 8:40-56; Jóhannes 11:38-44; Ápostlasøgan 9:36-42; 20:7-12, New World Translation; 1. Korintbræv 15:3-6) Tá ið Jesus reisti Lazarus upp frá deyðum, var tað nakað heilt serligt, tí Lazarus hevði verið deyður í fýra dagar, og Jesus gjørdi hetta undrið, meðan nógv fólk sóu tað. (Jóhannes 11:39, 42) Sjálvt fíggindarnir hjá Jesusi kundu ikki nokta at hetta var hent, og tí løgdu teir ætlanir um at drepa bæði Jesus og Lazarus. – Jóhannes 11:47, 53; 12:9-11.

 Bíblian vísir, at Gud bæði kann og vil geva teimum deyðu lívið aftur. Hann minnist alt um hvørt einasta menniskja, sum hann fer at reisa upp við síni veldigu kraft. (Job 37:23; Matteus 10:30; Lukas 20:37, 38) Gud er førur fyri at geva teimum deyðu lívið aftur, og hann hevur hug til tað. Tá ið Bíblian lýsir komandi uppreisnina, sigur hon um Gud: „Tær skuldi longst eftir handaverki Tínum.“ – Job 14:15.

Misskiljingar um uppreisnina

 Myta: Uppreisn merkir, at sál og likam skulu sameinast aftur.

 Fakta: Bíblian lærir, at sálin er allur persónurin, ikki bara ein partur, sum livir víðari eftir deyðan. (1. Mósebók 2:7; Ezekiel 18:4, Dahl/Viderø) Ein persónur, sum verður uppreistur, verður altso ikki sameindur við sálina hjá sær; hann verður endurskaptur sum ein livandi sál.

 Myta: Nøkur verða reist upp og doyggja aftur beinanvegin.

 Fakta: Bíblian sigur, at „tey, sum hava gjørt ónt, skulu rísa upp til dóm“. (Jóhannes 5:29) Men tey verða dømd eftir tí, sum tey gera eftir uppreisnina, ikki áðrenn. Jesus segði: „Hini deyðu skulu hoyra rødd Guds Sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva.“ (Jóhannes 5:25) Nøvnini á teimum, sum „hoyra“, ella fylgja tí, sum tey læra, eftir at tey hava fingið eina uppreisn, verða skrivað í „bók lívsins“. – Opinberingin 20:12, 13.

 Myta: Í uppreisnini fær ein persónur sama kropp, sum hann hevði, áðrenn hann doyði.

 Fakta: Tá ið mann doyr, rotnar kroppurin og verður mold aftur. – Prædikarin 3:19, 20.