Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Nú eri eg ríkur

Nú eri eg ríkur
  • Føddur: 1968

  • Heimland: USA

  • Fortíð: Handilsmaður, sum bað Gud um at blíva ríkur

BAKGRUND

 Eg eri uppvaksin sum katolikkur í Rochester í New York. Foreldrini hjá mær fóru frá hvørjum øðrum, tá ið eg var átta ára gamal. Gerandisdagar búði eg hjá mammu míni í einum íbúðarbygningi, har nógv fátæk fólk búðu, og í vikuskiftinum búði eg hjá pápa mínum í einum grannalagi, har fólk vóru betur fyri fíggjarliga. Tá ið eg sá, hvussu strævið tað var hjá mammu at taka sær av seks børnum, droymdi eg um at blíva ríkur, so eg kundi hjálpa familjuni.

 Pápi mín vildi, at tað skuldi gangast mær væl, so hann syrgdi fyri, at eg slapp at vitja ein viðurkendan skúla, har mann kundi taka eina útbúgving í hotellleiðslu. Tað var akkurát nakað fyri meg, og tá ið eg slapp inn á skúlan, hugsaði eg, at Gud hevði hoyrt mína bøn um at blíva ríkur og lukkuligur. Eg las hotellrakstur, vinnurætt og virkisbúskap í fimm ár, og samstundis arbeiddi eg á einum kasinohotelli í Las Vegas í Nevada.

Í mínum arbeiði skuldi eg syrgja fyri ríkum fólkum, sum komu til Las Vegas at spæla

 Tá ið eg var 22, var eg varastjóri á einum kasinohotelli. Fólk hildu, at eg var ríkur, og at alt eydnaðist væl hjá mær, og eg kundi ofta eta góðan mat og drekka tey dýrastu sløgini av víni og brennivíni. Arbeiðsfelagarnir plagdu at siga: „Minst til, at tað eru pengar, sum hava mest at siga í heiminum.“ Teir hildu pengar vera lykilin til sanna lukku.

 Í mínum arbeiði skuldi eg millum annað syrgja fyri sera ríkum fólkum, sum komu til Las Vegas at spæla. Sjálvt um tey vóru rík, virkaðu tey ikki lukkulig. Og eg fór eisini at føla meg ólukkuligan. Ríkari eg bleiv, meira stúrin gjørdist eg, og eg svav illa. Eg hugsaði enntá um at taka mítt egna lív. Eg var so vónbrotin, at eg bað til Gud og spurdi hann: „Hvussu verði eg lukkuligur?“

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

 Um tað mundið fluttu tvær av systrunum hjá mær, sum vóru blivnar Jehova vitni, til Las Vegas. Eg vildi ikki hava lesnað frá teimum, men eg vildi gjarna lesa í Bíbliuni saman við teimum, um eg kundi brúka mína egnu bíbliu. Í Bíbliuni hjá mær stóð alt tað, sum Jesus segði, við reyðari skrift. Av tí at eg trúði upp á alt tað, sum hann segði, tosaðu systrarnar hjá mær mest um tað. Eg las eisini í Bíbliuni sjálvur.

 Nógv av tí, sum eg las, yvirraskaði meg. Jesus segði til dømis: „Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman – sum heidningarnir; tí teir halda, at teir skulu verða bønhoyrdir, táið teir nýta mong orð.“ (Matteus 6:7) Ein prestur hevði einaferð givið mær eina mynd av Jesusi og sagt, at um eg bað til myndina og bað faðirvár tíggju ferðir og Ave Maria tíggju ferðir, so fór Gud at geva mær so nógvar pengar, sum eg hevði brúk fyri. Men um eg gjørdi tað, hevði eg so ikki nettupp tikið orðini upp í saman? Eg las eisini hesi orðini hjá Jesusi: „Tit skulu ongan á jørðini kalla faðir tykkara; tí ein er Faðir tykkara, Hann, sum er í Himli.“ (Matteus 23:9) So eg undraðist á, hví eg og aðrir katolikkar róptu okkara prestar „faðir“.

 Tá ið eg las Jákupsbrævið í Bíbliuni, fór eg av álvara at hugsa um, hvussu eg livdi mítt lív. Í 4. kapitli skrivaði Jákup: „Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi? Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds.“ (Jákupsbrævið 4:4) Ørindi 17 ávirkaði meg enn meira: „Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.“ So eg ringdi til systrarnar og fortaldi teimum, at eg fór at gevast á kasinohotellinum, tí har gekk so nógv fyri seg, sum eg ikki longur kundi góðtaka, millum annað spæl og havisjúka.

„Tá ið eg las Jákupsbrævið í Bíbliuni, fór eg av álvara at hugsa um, hvussu eg livdi mítt lív“

 Eg vildi gjarna hava betri samband við Gud og eisini við foreldrini og systkini. Tí setti eg mær fyri at gera nakrar broytingar fyri at fáa meira tíð til nettupp tað. Men tað var ikki lætt. Eg fekk til dømis eitt freistandi tilboð um eitt hægri starv innan hotellvinnuna, har eg kundi tjena tvær ella tríggjar ferðir so nógv, sum eg gjørdi. Men eftir at eg hevði biðið til Gud um tað, kom eg fram til, at tað ikki var nakað fyri meg. Eg segði upp og flutti inn í garasjuna hjá mammu míni og stovnaði eina lítla fyritøku, har eg lamineraði matskráir.

 Sjálvt um Bíblian hevði hjálpt mær at skilja, hvat veruliga hevði týdning, hevði eg ikki hug at fara á møti hjá Jehova vitnum. Systrarnar spurdu meg, hvat eg hevði ímóti Jehova vitnum. Eg svaraði: „Tað er tað, at tykkara Gud, Jehova, oyðileggur familjur. Eg havi bara tíð at vera saman við familjuni á jólum og til føðingardagar, men tit halda ikki sovorðnar dagar.“ Tann eina systirin fór at gráta og spurdi meg: „Hvar ert tú allar hinar dagarnar í árinum? Vit vilja gjarna vera saman við tær nær sum helst. Men tú vilt bara koma teir dagarnar – og bara tí tú følir, at tú noyðist.“ Tað, hon segði, fór beint í hjartað, og eg fór eisini at gráta.

 Nú skilti eg, at eg fór skeivur, og at Jehova vitni elska sínar familjur. So eg gjørdi av at fara á møti í ríkissalinum hjá teimum. Har møtti eg Kevin, sum hevur undirvíst nógvum fólkum í Bíbliuni, og vit fóru eisini at kanna Bíbliuna saman.

 Kevin og kona hansara arbeiddu ikki so nógv, tí tey vildu brúka so nógva tíð sum gjørligt til at hjálpa øðrum at skilja Bíbliuna. Men tey tjentu nóg nógv til, at tey kundu fara til Afrika og Miðamerika at hjálpa til við at byggja deildarskrivstovur hjá Jehova vitnum. Tey vóru lukkulig, og tey elskaðu hvørt annað. Tað var tað lívið, eg ynskti mær.

 Kevin vísti mær ein film um, hvussu gott tað er at vera trúboðari, og eg setti mær fyri, at tað vildi eg vera. Eftir at eg gjølla hevði kannað Bíbliuna í eitt hálvt ár, bleiv eg doyptur sum eitt Jehova vitni í 1995. Í staðin fyri at biðja Gud um at blíva ríkur fór eg at biðja: „Gev mær hvørki armóð ella ríkdóm.“ – Orðtøkini 30:8.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

 Nú eri eg ríkur. Eg eigi ikki nógvar pengar, men eg eri andaliga ríkur. Í Honduras møtti eg Nuriu, sum bleiv kona mín, og vit hava verið trúboðarar saman í Panama og Meksiko. Tað passar, sum Bíblian sigur: „Tað er signing HARRANS, ið ger ríkan, og Hann leggur onga sorg aftrat henni.“ – Orðtøkini 10:22.