Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

„Eg búði á gøtuni“

„Eg búði á gøtuni“
  • Føddur: 1955

  • Heimland: Spania

  • Fortíð: Rúsevnis- og alkoholmisnýtsla, harðskapur

BAKGRUND

 Hjá summum tekur tað langa tíð at læra av beiskum royndum. Eg var ein av teimum. Eg bleiv føddur og vaks upp í Barcelona, sum er næststørsti býurin í Spania. Mín familja búði í einum øki fram við strondini, sum eitur Somorrostro. Somorrostro var kent fyri kriminalitet og sølu av rúsevnum.

 Míni foreldur høvdu níggju børn, og eg var tann elsti. Vit vóru sera fátæk, so pápi mín sendi meg at arbeiða sum bóltdrongur í einum tennisklubba. Eg var tíggju ára gamal og arbeiddi tíggju tímar um dagin. Tí kundi eg ikki ganga í skúla sum onnur børn. Tá ið eg var 14, byrjaði eg at arbeiða á einum maskinverkstaði.

Í 1975 fór eg í spanska fremmandaherliðið í Norðurafrika og var í sermerkta búnanum hjá teimum

 Í 1975 bleiv eg innkallaður til hertænastu, sum tá var kravd í Spania. Eg hevði hug at gera okkurt spennandi, so eg fór upp í spanska fremmandaherliðið í Melilla, sum er eitt spanskt innlendisøki í Norðurafrika. Meðan eg var har, gekk tað skjótt afturá, og eg fór at misnýta rúsevni og alkohol.

 Tá ið eg fór úr herinum og kom aftur til Barcelona, savnaði eg eitt harkalið av ungum monnum. Vit stjólu alt, sum vit fingu hendur á, og seldu tað síðani fyri at fíggja okkara rúsevnismisnýtslu. Eg fór at taka LSD og amfetamin og gloymdi meg burtur í einum lívi við sex, alkoholi og pengaspæli. Hesin niðurbrótandi lívsstílurin gjørdi meg meira og meira harðligan. Eg hevði altíð ein knív, eina øks ella eina masjetu uppi á mær, og eg var ikki bangin fyri at brúka eitt av teimum, um tað var neyðugt.

 Einaferð stjólu harkaliðið og eg ein bil, og politiið jagstraði okkum. Tað var sum í einum filmi. Vit koyrdu umleið 30 kilometrar í stolna bilinum, til politiið fór at skjóta eftir okkum. At enda rendu vit á og runnu allir av stað. Hetta hoyrdi pápi mín og blakaði meg, sum rímiligt var, út heimanífrá.

 Næstu fimm árini búði eg á gøtuni. Eg svav í durum, lastbilum, parkum og kirkjugørðum. Eina tíð búði eg enntá í einum helli. Mítt lív hevði onga meining, og tað gjørdi mær ikki mun, um eg var livandi ella deyður. Eg minnist, at eg skar meg í skøvningarnar og armarnar, tá ið eg var ávirkaður av rúsevnum. Arrini síggjast enn.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

 Tá ið eg var 28, kom mamma mín at leita eftir mær og bað meg koma heimaftur. Eg fór við henni og lovaði, at eg skuldi fáa skil á mínum lívi, men tað tók sína tíð.

 Ein seinnapart bankaðu tvey Jehova vitni á hurðina. Meðan eg lurtaði eftir teimum, rópti pápi mín, at eg skuldi klamsa hurðina í høvdið á teimum. Mær hevur ongantíð dámt at akta, so eg lurtaði ikki eftir honum. Tey bjóðaðu mær tríggjar smáar bøkur, og eg tók fegin ímóti teimum. Eg spurdi, hvar tey høvdu møti, og fáar dagar seinni fór eg hagar.

 Tað fyrsta, eg legði merki til, var, at tey øll vóru so pent ílatin. Men eg hevði langt hár, ófantaligt skegg og var í slitnum klæðum. Tað var heilt týðiligt, at eg ikki hoyrdi heima har, og tí fór eg ikki inn. Men knappliga sá eg ein fyrrverandi vinmann úr harkaliðnum, sum æt Juan, og hann var í klædningi. Seinni fann eg út av, at hann var blivin Jehova vitni árið fyri. At síggja hann gav mær dirvi at fara inn í salin og hoyra møtið. Tá broyttist mítt lív.

 Eg tók ímóti einum bíbliulestri og skilti skjótt, at um Gud skuldi góðkenna meg, mátti eg halda uppat at liva ómoralskt og ikki vera so harðligur. Tað var ikki lætt. Eg lærdi, at eg, fyri at gleða Gud, skuldi ’broyta hugsanir og vanar mínar’. (Rómbrævið 12:2, Nýggi Sáttmálin) Náði Guds rørdi meg. Hóast eg hevði gjørt so nógv galið, føldi eg, at hann gav mær ein nýggjan kjans. Tað, sum eg lærdi um Jehova Gud, festi seg djúpt í mínum hjarta. Eg skilti, at ein skapari er til, sum er góður við meg. – 1. Pætursbræv 5:6, 7.

 Hetta fekk meg at broyta meg. Til dømis tá ið evnið tubbak kom á skránna í mínum bíbliulestri, segði eg við meg sjálvan: ’Um Jehova Gud vil, at eg skal vera reinur á øllum økjum, má eg blaka sigarettirnar vekk!’ (2. Korintbræv 7:1) Og tær fóru beint í skrellispannina!

 Eg mátti eisini gevast við at nýta og selja rúsevni. Tað var strævið og tók enn longri tíð. Skuldi eg klára tað, noyddist eg at kvetta sambandið við míni vinfólk. Teirra ávirkan forðaði mær í at gera andalig framstig. Men við tíðini fekk eg meira álit á Gud og mínar nýggju vinir í samkomuni. Eg hevði ongantíð fyrr upplivað ein kærleika og áhuga sum teirra. Sum mánaðirnir gingu, kláraði eg endiliga at sleppa burtur úr rúsevnismisnýtsluni og lata meg „í hitt nýggja menniskja“, sum kundi hjálpa mær at fáa Guds góðkenning. (Efesusbrævið 4:24) Í august 1985 bleiv eg doyptur sum eitt Jehova vitni.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

 Bíblian gav mær eitt nýtt lív. Hon hjálpti mær at sleppa burtur úr einum niðurbrótandi lívsstíli, sum oyðilegði mína heilsu og mítt sjálvsvirði. Í roynd og veru doyðu meira enn 30 av mínum fyrrverandi vinum á ungum árum av AIDS ella øðrum sjúkum, sum hava samband við rúsevni. Eg eri so takksamur fyri, at bíbilsku meginreglurnar bjargaðu mær undan somu syrgiligu avleiðingunum.

 Tá ið eg var ungur og harðligur, hevði eg knívar og øksir uppi á mær. Men tað er fortíð. Eg hevði ongantíð ímyndað mær, at eg í staðin fór at hava Bíbliuna uppi á mær, so eg kundi hjálpa øðrum. Nú tæna bæði eg og konan sum fulltíðartænarar hjá Jehova vitnum.

 Míni foreldur blivu ikki Jehova vitni, men tey vóru glað fyri ta hjálpina, eg fekk við at kanna Bíbliuna. Pápi mín forsvaraði enntá Jehova vitni framman fyri øllum sínum starvsfelagum. Hann ivaðist onga løtu í, at mín nýggja trúgv hevði broytt meg til tað betra. Mamma mín segði ofta, at eg skuldi havt kannað Bíbliuna nakað fyrr. Eg eri púra samdur!

 Mínar royndir hava lært meg, hvussu tápuligt tað er at leita sær nøgdsemi í rúsevnum og øðrum lastum. Nú eri eg veruliga nøgdur, tí eg læri onnur sannleikarnar í Bíbliuni – teir somu sannleikarnar, sum bjargaðu mær.