Far beinleiðis til innihaldið

Gera Jehova vitni trúboðaraarbeiði?

Gera Jehova vitni trúboðaraarbeiði?

 Ja. Uttan mun til hvar vit búgva, tosa vit øll regluliga við fólk um okkara trúgv eins og trúboðarar. – Matteus 28:19, 20.

 Nøkur Jehova vitni fara eisini javnan út til øki í sínum egna landi fyri at hjálpa fólki, sum ikki hava hoyrt gleðiboðskapin í Bíbliuni enn, og summi velja at flyta hagar. Onnur Jehova vitni flyta til eitt annað land fyri at bera fólki tey góðu tíðindini. Tey gleðast um at vera við til at uppfylla hesa profetiina hjá Jesusi: „Tit skulu vera vitni Míni ... líka til enda jarðarinnar.“ – Ápostlasøgan 1:8.

 Í 1943 stovnaðu vit ein skúla, sum hevur til endamáls at geva nøkrum av okkara trúboðarum eina serliga upplæring. Higartil hava meira enn 8.000 Jehova vitni verið á hesum skúlanum, sum verður róptur Vakttornsins bíbliuskúli Gilead.