Far beinleiðis til innihaldið

Noyðist eg at blíva Jehova vitni, um eg fari at kanna Bíbliuna saman við teimum?

Noyðist eg at blíva Jehova vitni, um eg fari at kanna Bíbliuna saman við teimum?

 Nei, tú bindur teg ikki til nakað. Milliónum dámar væl at kanna Bíbliuna saman við okkum, tó uttan at blíva Jehova vitni. a Endamálið við einum bíbliuskeiði er at kanna, hvat Bíblian lærir. Tú velur sjálvur, hvussu tú brúkar tað, tú lærir. Vit viðurkenna, at trúgvin er persónlig. – Josva 24:15.

Kann eg brúka mína egnu bíbliu á bíbliuskeiðinum?

 Ja, tað kanst tú. Okkum dámar væl at brúka New World Translation of the Holy Scriptures, sum er skrivað á nútímans máli og umsett til nógv mál. Hon er ókeypis, um tú hevur hug at fáa eina. Men tú mást sjálvsagt gjarna brúka tína egnu bíbliu. Tað ber til at læra um vónina, sum Bíblian gevur, í nærum øllum bíbliutýðingum.

Hví kanna tit Bíbliuna saman við fólki, sum ikki ætla sær at blíva Jehova vitni?

  •   Fremst av øllum tí vit elska Jehova Gud, sum vil, at kristin skulu læra onnur tað, sum tey hava lært. (Matteus 22:37, 38; 28:19, 20) Vit halda, at størsti framíhjárætturin, vit kunnu fáa, er at vera „samverkamenn Guds“ og læra onnur, hvat Bíblian sigur. – 1. Korintbræv 3:6-9.

  •   Vit gera tað eisini, tí vit elska okkara næsta. (Matteus 22:39) Okkum dámar væl at fortelja øðrum um alt tað góða, sum vit hava lært. – Ápostlasøgan 20:35.

a Í 2023 hildu vit 7.281.212 bíbliuskeið hvønn mánað. Á nógvum av teimum vóru fleiri fólk í senn. Kortini vórðu bara 269.517 fólk doypt sum Jehova vitni tað árið.