Far beinleiðis til innihaldið

Taka Jehova vitni ímóti læknaviðgerð?

Taka Jehova vitni ímóti læknaviðgerð?

 Ja, Jehova vitni taka bæði ímóti heilivági og læknaviðgerð. Vit royna at ansa eftir okkum sjálvum og at liva heilsugott, men av og á tørvar okkum læknahjálp. (Lukas 5:31) Lukas, ein lærisveinur hjá Jesusi, var lækni, og nøkur Jehova vitni í dag eru eisini læknar. – Kolossebrævið 4:14.

 Nakrir viðgerðarhættir eru tó í stríð við meginreglurnar í Bíbliuni, og teimum taka vit ikki ímóti. Til dømis vilja vit ikki hava blóðflutning, tí Bíblian sigur, at vit skulu halda okkum frá blóði. (Ápostlasøgan 15:20) Viðgerðarhættir, sum fevna um nakað okkult, eru eisini í stríð við Bíbliuna. – Galatiabrævið 5:19-21.

 Men teir flestu viðgerðarhættirnir eru ikki í stríð við meginreglurnar í Bíbliuni. Í slíkum førum má hvør einstakur sjálvur taka eina avgerð. Kanska velur eitt Jehova vitni at taka ímóti eini ávísari viðgerð, sum eitt annað Jehova vitni ikki vil taka ímóti. – Galatiabrævið 6:5.