Far beinleiðis til innihaldið

Halda Jehova vitni seg burtur frá fyrrverandi trúarfelagum?

Halda Jehova vitni seg burtur frá fyrrverandi trúarfelagum?

 Vit halda okkum ikki burtur frá teimum, ið eru blivin doypt sum Jehova vitni, men sum ikki longur ganga hús úr húsi og kanska enntá eru givin at koma á møti hjá okkum. Tvørturímóti hjálpa vit teimum og royna at kveikja teirra áhuga fyri andaligum málum.

 Tá ið onkur syndar álvarsliga, nýtist tað ikki at hava við sær, at viðkomandi verður útihýstur. Men um eitt doypt Jehova vitni heldur fram at bróta siðareglurnar í Bíbliuni og ikki angrar, verður viðkomandi útihýstur, og tá halda vit okkum burtur frá honum. Bíblian sigur greitt: „Koyrið hin ónda út frá tykkum sjálvum.“ – 1 Korintbræv 5:13.

  Hvat hendir, um ein maður verður útihýstur, men konan og børnini framvegis eru Jehova vitni? Tey andaligu bondini, hann hevði við familjuna, broytast, men familjubondini eru tey somu. Hjúnabandið og familjulívið halda fram sum áður.

 Tey, sum eru útihýst, kunnu koma á okkara møti. Tey kunnu eisini fáa andaliga hjálp frá teimum elstu í samkomuni. Málið er at hjálpa hvørjum einstøkum at blíva eitt Jehova vitni aftur. Tey, sum eru útihýst, men eru givin við sínum skeiva atburði og vísa, at tey fegin vilja liva eftir Bíbliuni, eru altíð vælkomin at blíva Jehova vitni aftur.