Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 102

’Takið tykkum av hinum veiku’

’Takið tykkum av hinum veiku’

(Ápostlasøgan 20:35)

  1. 1. Av og á vit eru øll

    veik og neyðarslig.

    Gud, sum hevur okkum kær,

    varnast hetta við.

    Út yvir veikleikan

    breiðir hann kærleikan.

    Hjálpa kunnu vit sum hann

    mild og vinalig.

  2. 2. Hava vinir lítla trúgv,

    tá tað stendur á,

    geva vit í kærleika

    hjálp og vinarráð.

    Tey hoyra Gudi til,

    andin tey styrkja vil.

    Fyri teimum biðja vit:

    ’Faðir, ver tú hjá.’

  3. 3. Lítið virdur ofta er

    veikur her í verð,

    lat hann kenna kærleikan,

    tann, ið størstur er.

    Rætt honum bróðurhond,

    knýt við hann vinabond.

    Kanska er tín stuðul júst

    tað, sum munin ger.