Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Eitt fornt relieff í Egyptalandi váttar bíbliufrásøgu

Eitt fornt relieff í Egyptalandi váttar bíbliufrásøgu

 Hetta átta metra høga hieroglyfiska relieffið er at finna nærindis eini inngongd til forna egyptiska templið fyri gudinum Amon í Karnak. Granskarar siga, at relieffið lýsir sigrarnar hjá Farao Sisak á londum, sum lógu í ein landnyrðing úr Egyptalandi, eitt nú Juda og Ísrael.

Relieffið í Karnak – á myndini eru fangar at síggja

 Á relieffinum sæst Amon, sum gevur Sisak, ella Sheshonk, a meira enn 150 fangar. Hvør fangi umboðar ein av hertiknu býunum ella fólkasløgunum. Nøvnini á býunum standa í einum ovalum formi, sum er settur oman á kroppin hjá hvørjum einstøkum fanga. Tað ber enn væl til at lesa fleiri av nøvnunum, og bíbliulesarar kenna eisini nøkur av teimum aftur, eitt nú Bet-Sean, Gibeon, Megiddo og Sunem.

 Innrásin, sum Sisak gjørdi í Juda, er nevnd í Bíbliuni. (1. Kongabók 14:25, 26) Har verða enntá ymiskir smálutir nevndir um innrásina. Vit lesa: „Fimta árið ið Rehabeam var kongur – [kom] Sisak kongur í Egyptalandi móti Jerúsalem ... Hann kom við 1.200 hervagnum og 60.000 hestmonnum; og fólkið, ið við honum kom úr Egyptalandi, ... stóð ikki til at telja. Hann tók teir víggirdu staðirnar í Juda og kom líka at Jerúsalem.“ – 2. Krønikubók 12:2-4.

 Relieffið í Karnak er ikki einasta fornfrøðiliga prógvið um innrásina hjá Sisak í Ísrael. Á einum broti av einum minnissteini, ið var funnið, har sum bíbilski býurin Megiddo var, stendur navnið „Sheshonk“ eisini.

 Nágreiniligu upplýsingarnar, sum vit finna í Bíbliuni um sigurin, sum Sisak vann á Juda, vísa, at bíbliuskrivararnir vóru ærligir. Teir skrivaðu ikki bara um sigrarnar hjá tjóðini, men eisini um ósigrarnar. So ærligir vóru aðrir fornir skrivarar vanliga ikki.

a Bíbilski stavingarhátturin „Sisak“, ella „Shishak“, vísir, hvussu navnið verður úttalað á hebraiskum.