Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvussu kann Bíblian hjálpa monnum, sum stúra?

Hvussu kann Bíblian hjálpa monnum, sum stúra?

 Tá ið tú hugsar um ein, sum stúrir nógv, hvat sært tú so fyri tær? Ein persón, sum er so bangin, at hann næstan einki klárar at gera, ein, sum illa nokk klárar at koma upp úr songini um morgunin, ella ein, sum altíð tosar um sínar stúranir? a

 Soleiðis hava summi tað, tá ið tey stúra. Men granskarar hava funnið út av, at onnur, serliga menn, hava lyndi til at reagera øðrvísi. Í eini rapport stendur, at tá ið menn stúra, „velja teir ofta at drekka, taka heilivág og rúsevni fyri at klára støðuna. So tað, sum líkist einum alkoholtrupulleika, er kanska í veruleikanum tekin um, at mann líður av angist. Og nógvir menn, sum stúra, verða lætt illir og irriteraðir“.

 Allir menn reagera sjálvandi ikki líka. Men líkamikið, hvussu mann reagerar, er stúran ein vaksandi trupulleiki í hesum ’torføru tíðum’. (2. Timoteusarbræv 3:1) Viss tú ert ein, sum stúrir nógv, kann Bíblian so hjálpa tær?

Góð ráð í Bíbliuni, sum kunnu hjálpa einum, ið stúrir

 Í Bíbliuni er ein rúgva av álítandi ráðum, sum kunnu hjálpa okkum, tá ið vit stúra. Her eru trý dømi:

  1.  1. „Stúrið ... ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.“ – Matteus 6:34.

     Týdningur: Tað er best at lata vera við at stúra for nógv um nakað, sum kanska ella kanska ikki fer at henda í framtíðini. Ofta hendir tað, sum vit stúra fyri, slett ikki. Viðhvørt broytist støðan óvæntað til tað betra.

     Royn hetta: Royn at minnast aftur á okkurt ringt, sum tú helt fór at henda, men sum ikki hendi allíkavæl. Hugsa so um tað, sum tú stúrir fyri nú, og royn at ímynda tær, hvussu sannlíkt tað er, at tað verður so galið, sum tú heldur.

  2.  2. „Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.“ – Orðtøkini 27:17.

     Týdningur: Onnur kunnu hjálpa okkum, tá ið vit stúra – viss vit lata tey. Kanska hava tey upplivað okkurt, sum ger, at tey kunnu geva okkum nøkur praktisk ráð. Um ikki annað kunnu tey helst hjálpa okkum at síggja støðuna úr einum øðrum sjónarhorni.

     Royn hetta: Kennir tú onkran, sum kann geva tær nøkur góð ráð, kanska ein vin, ið hevur upplivað nakað líknandi sum tú? Spyr hann, hvat hjálpti honum, og hvat ikki hjálpti honum.

  3.  3. „Kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“ – 1. Pætursbræv 5:7.

     Týdningur: Gud hugsar nógv um tey, sum ikki hava tað gott. Hann vil, at vit skulu fortelja honum alt, sum vit hugsa um og stúra fyri.

     Royn hetta: Ger ein lista við tí, sum fær teg at stúra. Bið so eina bøn til Gud. Forklára honum, hvørjar trupulleikar tú hevur, og bið hann hjálpa tær at klára teir.

Einaferð fer eingin at stúra

 Í Bíbliuni eru ikki bara góð ráð um, hvussu vit klára stúranir. Hon lovar eisini, at alt tað, sum vit stúra fyri í dag, skjótt ikki verður til longur. Hvussu kann tað lata seg gera?

 Guds ríki fer at beina fyri øllum tí, sum fær okkum at stúra. (Opinberingin 21:4) Tá ið Guds ríki ræður, fara vit ikki eingongd at minnast tað, sum vit plagdu at stúra fyri. – Esaias 65:17.

 Tað er soleiðis, „Gud friðarins“ vil, at tú skalt hava tað í framtíðini. (Rómbrævið 16:20) Hann sigur: „Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum ... friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.“ – Jeremias 29:11.

a Í hesi greinini sipar stúran ikki til eina álvarsliga sjúku, men til ta kensluna mann fær, tá ið stúranir fylla for nógv í tí dagliga. Tey, sum líða av angist, velja kanska at fáa sær professionella hjálp. – Lukas 5:31.