Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

alashi/DigitalVision Vectors via Getty Images

VER VAKIN!

Hví er so nógv hatur? Hvat sigur Bíblian?

Hví er so nógv hatur? Hvat sigur Bíblian?

 Haturstala, hatursbrotsverk, etniskur harðskapur og kríggj gjøgnumsúrga tíðindini í dag.

  •   „Stríðið millum Ísrael og Gaza og ávirkanin frá ekstremistum hava sett ferð á haturstaluna á sosialu miðlunum.“ – The New York Times, 15. november 2023.

  •   „Síðani 7. oktober hevur heimurin sæð ein ógvisligan og ørkymlandi vøkstur, tá ið talan er um hatur, haturstalu og hatursbrotsverk.“ – Dennis Francis, framsøgumaður fyri ST-aðalráðið, 3. november 2023.

 Hatur, harðskapur og kríggj er ikki nakað nýtt. Bíblian fortelur um fólk í forðum, sum bæði kríggjaðust, brúktu harðskap og sendu ’beisk orð við pílum sínum’. (Sálmur 64:4; 120:7; 140:2) Men sum Bíblian greiðir frá, hevur tað hatrið, sum vit síggja í heiminum í dag, ein heilt serligan týdning.

Hatur – eitt eyðkenni fyri okkara tíð

 Bíblian nevnir tvær orsøkir til, at tað er so nógv hatur í dag.

  1.  1. Hon hevur boðað frá eini tíð, har „kærleikin [skuldi] kølna hjá hinum flestu“. (Matteus 24:12) Sum heild skuldu menniskju hava eginleikar, sum fingu tey at hata hvønn annan heldur enn at elska hvønn annan. – 2. Timoteusarbræv 3:1-5.

  2.  2. Tað ógvisliga hatrið, vit síggja í dag, er eitt úrslit av, at „allur heimurin er í valdinum hjá tí ónda“, altso Satani Djevulinum. (1. Jóhannesarbræv 5:19, Nýggi Sáttmálin) Hann er óndur, fullur av hatri og hevur ógvuliga negativa ávirkan á menniskju. – Opinberingin 12:9, 12.

 Men Bíblian vísir eisini, at Gud skjótt fer at beina fyri høvuðsorsøkunum til hatur. Haraftrat fer hann at grøða øll sár, sum hatur hevur elvt til. Bíblian lovar:

  •   „Hann [Gud] skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“ – Opinberingin 21:4.