Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

NUMMAR 6

Børn mugu læra, hvat er rætt og skeivt

Børn mugu læra, hvat er rætt og skeivt

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Fólk, sum hava høgan moral, hava eina greiða fatan av, hvat er rætt og hvat er skeivt. Tey grunda ikki sínar normar á, hvat tey føla beint í løtuni, men á nakrar ávísar meginreglur. Hesar meginreglurnar hjálpa teimum at gera tað, sum er rætt – sjálvt tá ið eingin annar sær.

HVÍ ER TAÐ VIKTIGT?

Børn fáa alt møguligt at vita frá floksfelagum og gjøgnum tónleik, filmar og sjónvarpssendingar. Tað kann geva teimum eina skeiva áskoðan á moral og fáa tey at seta spurnartekn við tað, sum tey hava lært er rætt og skeivt.

Hetta er serliga galdandi fyri tannáringar. Sum bókin Beyond the Big Talk kemur inn uppá, mugu tannáringar „skilja, at teir fara at uppliva eitt stórt trýst til at uppføra seg upp á ein bestemtan máta fyri at verða dámdir av øðrum, og teir mugu læra at gera tað, sum teir vita er rætt, sjálvt um vinirnir ikki dáma tað“. Foreldur mugu altso læra børnini um moral, áðrenn tey verða tannáringar.

HVUSSU KUNNU TIT LÆRA BØRNINI, HVAT ER RÆTT OG SKEIVT?

Tit mugu geva teimum eina greiða fatan av, hvat er rætt og hvat er skeivt.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: ’Hini fullkomnu [búnu, NWT] hava vant sansarnar at skilja millum gott og ilt.’ – Hebrearabrævið 5:14.

  • Tit kunnu seta orð á, hvat er góður og ringur moralur. Tað er gott at brúka ymiskar støður í gerandisdegnum til at vísa, hvat er rætt og hvat er skeivt. Til dømis viss onkur lýgur, kunnu tit siga við børnini: „Tað er skeivt at lúgva, tí tá er mann ikki erligur.“ Men viss børnini hjá tykkum siga sannleikan, kunnu tit siga við tey: „Tað er so gott, at tit eru erlig.“ Og viss onkur ikki hjálpir einum eldri fólki, kunnu tit siga við børnini: „Hatta var ikki fitt.“ Men viss børnini hjá tykkum hjálpa einum eldri fólki, kunnu tit siga: „Hatta, sum tit gjørdu har, var virkuliga fitt.“ Sum tíðin gongur, læra børnini, hvat er gott at gera, og hvat ikki er gott at gera.

  • Tit mugu læra børnini, hví okkurt er rætt ella skeivt. Tit kundu til dømis spurt: „Hví er tað best at vera erligur?“ „Hvat kann henda, viss mann lýgur fyri sínum vinum?“ „Hví er tað skeivt at stjala?“ Tá ið tit práta við børnini um sovorðið, hjálpa tit teimum at fáa eina greiða fatan av, hvat er rætt og skeivt.

  • Tit mugu leggja dent á, hví tað er gott at hava góðan moral. Tit kunnu siga: „Viss tú ert erligur, fara onnur at líta á teg,“ ella: „Viss tú ert fittur, fáa onnur hug at vera saman við tær.“

Tit mugu vera kend fyri at hava høgan moral í familjuni.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Rannsakið tykkum sjálvar!“ – 2. Korintbræv 13:5.

  • Tykkara familja eigur at vera kend fyri at hava høgan moral, so tit kunnu siga:

    • „Vit lúgva ikki.“

    • „Vit sláa ikki, og vit rópa og skríggja ikki.“

    • „Vit tosa ikki ljótt og niðursetandi.“

Hetta fer at hjálpa børnunum at skilja, at talan ikki bara er um nakrar reglur, sum skulu fylgjast, men um hvat eyðkennir tykkara familju.

  • Tit kunnu brúka ymiskar støður í gerandisdegnum til at tosa við børnini um, hvat er rætt og hvat er skeivt. Tit kunnu royna at samanbera tykkara normar við tað, sum er at síggja og hoyra í miðlunum ella í skúlanum. Og so kunnu tit spyrja børnini: „Hvat hevði tú gjørt?“ „Hvussu høvdu vit takklað tað í okkara familju?“

Tit mugu geva børnunum hug at fylgja normunum, sum tit hava í familjuni.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: ’Havið góða samvitsku.’ – 1. Pætursbræv 3:16.

  • Tit mugu rósa børnunum, tá ið tey hava gjørt okkurt gott. Tá ið sonurin ella dóttirin ger okkurt gott, mugu tit rósa honum ella henni og siga, hví tað var gott. Tit kundu sagt: „Vit eru so stolt av tær, tí tú vart erligur.“ Viss sonurin til dømis sigur, at hann hevur gjørt okkurt galið, kunnu tit rósa honum fyri, at hann kom og segði tað, áðrenn tit tosa nøkur álvarsorð við hann.

  • Tit mugu tosa við børnini, tá ið tey hava gjørt okkurt skeivt. Børn eiga at læra at taka ábyrgd av sínum gerðum. Tey mugu fáa at vita, hvat tey gjørdu skeivt, og hvussu tað víkur frá normunum í familjuni. Nøkur foreldur halda, at tað er synd, at børnini skulu ganga og vera kedd, tá ið tey hava gjørt nakað skeivt, og tí siga tey einki við tey. Men tá ið foreldur forklára børnunum, hví tað, sum tey gjørdu, var skeivt, hjálpa tey teimum at venja samvitskuna og at lata vera við at gera tað sama aftur seinni.