Far beinleiðis til innihaldið

TILVILD ELLA TILEVNING?

Tá ið súlan kavar

Tá ið súlan kavar

Súlan er ein stórur sjófuglur, sum kann kava við einari ferð upp á 190 kilometrar um tíman. Tá ið hon rakar sjógvin, kann megin í stoytinum vera meira enn 20 ferðir størri enn tyngdarmegin. Hvussu klárar súlan at blíva við at kava á henda hátt og koma væl frá tí?

Hugsa um hetta: Áðrenn súlan stoytir seg niður í sjógvin, leggur hon veingirnar inn at kroppinum, so hon fær skap sum ein pílur. Hon dregur eisini eina verjandi hind yvir eyguni og fyllir gøgn í hálsi og bringu við luft, soleiðis at tey virka sum stoytkoddar.

Í tí súlan rakar sjógvin, fáa nevið, høvdið og hálsurin skap sum ein keyla. Hetta skapið ger, at trýstið ikki bert rakar ein vødda, men allar vøddarnar í hálsinum. Súlan er eisini alt fyri eitt før fyri at hyggja undir vatni.

Hvussu djúpt kavar súlan? Hon kavar við so nógvari ferð, at hon kann koma næstan 11 metrar niður í einum, men hon kann koma enn djypri niður við at flagsa við sínum hálvt samanløgdu veingjum og sparka við fitjunum. Faktiskt hava nakrar súlur klárað at kava niður á meira enn 25 metra dýpi. Tá ið súlan er liðug at kava, flýtur hon lættliga upp aftur og kann fara á flog aftur.

Hygg, hvussu súlan kavar

Granskarar hava gjørt robottsúlur til at brúka í bjargingararbeiði. Teir ætlaðu, at hesir robottarnir skuldu kunna flúgva, kava og fara á flog aftur. Men tá ið mann testaði prototypuna, brotnaði ein av robottunum fleiri ferðir, tí hann rakti vatnskorpuna við for nógvari ferð. Granskararnir ásannaðu, at prototypan „dugdi illa at kava í mun til súluna“.

Hvat heldur tú? Er tað av berari tilvild, at súlan dugir so væl at kava? Ella er talan um tilevning?