Far beinleiðis til innihaldið

TILVILD ELLA TILEVNING?

Sjáldsama kettutungan

Sjáldsama kettutungan

Ketta er tiltikin fyri at vera reinlig. Hon vaskar sær umleið ein fjórðing av tíðini, hon er vakin. At hon klárar so væl at halda seg reina, hevur við hennara sjáldsomu tungu at gera.

Hugsa um hetta: Á kettutunguni eru 290 evarska lítlir tindar; teir liggja aftureftir og eru líka harðir sum negl. Á hvørjum tindi er ein foyra, sum spýtt legst í, hvørja ferð kettan tekur tunguna inn í munnin. Tá ið kettan sleikir sær um skinnið, fara tindarnir niður millum hárini, og spýttið vætir húðina.

Nærmynd av tindum á kettutungu

Kettutungan leiðir hvønn dag okkurt um 48 millilitrar av spýtti út í skinnið og á húðina. Í spýttinum eru ensym, sum upploysa skitt. Tá ið spýttið dampar burtur, kølir tað kettuna so mikið niður, at tað svarar til nærum ein fjórðing av kølingini, sum henni tørvar. Hetta hevur stóran týdning, tí kettur hava fáar sveittikertlar.

Kemur ein tindur fram á eina fløkju, stingur hann seg djúpari inn í skinnið, og er tá so sterkur, at hann greiðir fløkjuna. Spíssarnir á tindunum kunnu eisini mýkja húðina, tá ið kettan vaskar sær. Granskarar hava roynt seg við eini hárbust, ið virkar sum ein kettutunga. Hon er lættari at busta hár við enn ein vanlig hárbust og eisini lættari at reinsa – og so greiðir hon eisini fløkjur. Granskararnir halda, at kettutungan kundi givið íblástur til betri mátar at reinsa loðið og ývið tilfar. Hon kundi eisini verið fyrimynd, tá ið tað snýr seg um at smyrja krem ella heilivág á háruta húð.

Hvat heldur tú? Er kettutungan komin av berari tilvild? Ella er talan um tilevning?