Far beinleiðis til innihaldið

TILVILD ELLA TILEVNING?

Antennureinsarin hjá timburmansmeyruni

Antennureinsarin hjá timburmansmeyruni

Reinleiki er alneyðugur, um eitt smákykt skal kunna flúgva, klintra og leggja merki til kringumstøðurnar. Hevur ein meyra til dømis skitnar antennur, ber tað illa til hjá henni at navigera, samskifta og lukta. So „tú finnur ikki eitt skitið smákykt,“ sigur dýrafrøðingurin Alexander Hackmann. „Smákykt hava funnið út av, hvussu tey kunnu reinsa skittin burtur.“

Hugsa um hetta: Hackmann og starvsfelagar hansara hava kannað, hvussu eitt slag av timburmansmeyru (Camponotus rufifemur) reinsar sínar antennur. Tey funnu út av, at meyran reinsar ruskbitlar av antennunum við at kreppa eitt bein, so tað verður formað sum eitt slag av klemmu, ið hon dregur antennurnar ígjøgnum. Stív hár á beininum reinsa størstu ruskbitlarnar burtur, og minni ruskbitlar verða reinsaðir burtur við einum fínum kambi, ið hevur júst líka stór glopp sum breiddin á hárunum, ið eru á antennunum. Teir ruskbitlarnir, sum bara eru 1/80 av diametrinum á einum mannahári, verða reinsaðir burtur við eini enn fínari bust.

Hygg, hvussu ein timburmansmeyra reinsar antennurnar hjá sær

Hackmann og hansara toymi halda, at hetta, sum meyrur gera fyri at reinsa sínar antennur, kann brúkast í ídnaðinum. Til dømis kundi ein líknandi mannagongd verið nyttulig í sambandi við at halda smáelektroniskar lutir og hálvleiðarar reinar undir framleiðsluni, har sjálvt eitt evarska lítið rusk kann gera, at ein slíkur lutur ikki kemur at rigga, sum hann skal.

Hvat heldur tú? Er antennureinsarin hjá timburmansmeyruni komin av berari tilvild? Ella er talan um tilevning?