Far beinleiðis til innihaldið

Svarar Gud mínum bønum?

Svarar Gud mínum bønum?

Bíblian svarar

 Bæði Bíblian og dømi úr veruliga lívinum vísa, at Gud svarar bønum. Bíblian sigur um Gud: „Hann ger teimum eftir ynski, sum óttast Hann, Hann hoyrir róp teirra og frelsir tey.“ (Sálmur 145:19) Men um Gud svarar tær, tá ið tú biður, er í stóran mun upp til tín.

Hvat hevur týdning hjá Gudi?

  •   At vit biðja til Gud, ikki til Jesus, Mariu, halgimenni, einglar ella myndir. Tað er bara Jehova Gud, sum „hoyrir bønir“. – Sálmur 65:3.

  •   At vit biðja í samsvari við Guds vilja, ella hansara krøv, sum standa í Bíbliuni. – 1. Jóhannesarbræv 5:14.

  •   At vit biðja í Jesu navni og soleiðis vísa, at vit viðurkenna hansara myndugleika. „Eingin kemur til Faðirin uttan við Mær,“ segði Jesus. – Jóhannes 14:6.

  •   At vit biðja í trúgv, og at vit biðja um meira trúgv, um neyðugt. – Matteus 21:22; Lukas 17:5.

  •   At vit eru eyðmjúk og meina tað, vit siga. Bíblian sigur: „HARRIN er høgur, men Hann vendir eygað til tann, ið lítið hevur at týða.“ – Sálmur 138:6.

  •   At vit halda á at biðja. Jesus segði: „Biðið, og tykkum skal verða givið!“ – Lukas 11:9.

Hvat hevur ikki týdning hjá Gudi?

  •   Húðarlitur ella tjóðskapur. „Gud ger ikki mannamun, men ... í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.“ – Ápostlasøgan 10:34, 35.

  •   Kropsstøða. Tú kanst biðja til Gud, meðan tú situr, boyggir teg niður, liggur á knæ ella stendur uppi. – 1. Krønikubók 17:16; Nehemias 8:6; Dániel 6:11; Markus 11:25.

  •   Um tú biður hart ella innantanna. Gud svarar tær enntá, tá ið tú biður stillar bønir, sum eingin annar hoyrir. – Nehemias 2:1-6.

  •   Um tínir trupulleikar eru stórir ella smáir. Í Bíbliuni stendur: „Kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“ – 1. Pætursbræv 5:7.