Far beinleiðis til innihaldið

Hvat eru „lyklar Himmiríkis“?

Hvat eru „lyklar Himmiríkis“?

Bíblian svarar

 „Lyklar Himmiríkis,“ sum onkuntíð verða róptir „lyklar til Guds ríki“, umboða myndugleikan at opna vegin fyri menniskjum, so tey kunnu „ganga inn í ríki Guds“. (Matteus 16:19; Ápostlasøgan 14:22) a Jesus gav Pæturi „lyklar Himmiríkis“. Tað merkir, at Pætur fekk myndugleika at opinbera, at trúføst menniskju kundu fáa framíhjárættin at koma í himmiríkið við at fáa av Guds heilaga anda.

Hvør fekk gagn av lyklunum?

 Við myndugleika frá Gudi opnaði Pætur vegin til Guds ríki fyri trimum bólkum:

  1.   Jødar og jødakristin. Stutt eftir deyða Jesusar eggjaði Pætur einum bólki av trúgvandi jødum til at viðurkenna, at Gud hevði sett Jesus at ráða í Guds ríki. Pætur vísti teimum, hvat tey máttu gera fyri at blíva frelst. Soleiðis opnaði hann vegin til Guds ríki fyri teimum, og fleiri túsund „tóku við orði hansara“. – Ápostlasøgan 2:38-41.

  2.   Samverjar. Seinni varð Pætur sendur til samverjar. b Eisini hesa ferð brúkti hann ein av lyklunum, tá ið hann saman við Jóhannesi ápostli ’bað fyri teimum, at tey skuldu fáa Heilaga Andan’. (Ápostlasøgan 8:14-17) Hetta opnaði vegin til Guds ríki fyri samverjum.

  3.   Heidningar. Trý og eitt hálvt ár eftir deyða Jesusar fortaldi Gud Pæturi, at heidningar (ikki-jødar) eisini fingu møguleika at koma inn í Guds ríki. Pætur brúkti ein av lyklunum, tá ið hann við at boða fyri heidningum opnaði hurðina, so teir kundu fáa heilaga andan, blíva kristnir og í framtíðini fáa atgongd til Guds ríki. – Ápostlasøgan 10:30-35, 44, 45.

Hvat merkir tað at „ganga inn í ríki Guds“?

 Tey, sum „ganga inn í ríki Guds“, skulu stjórna saman við Jesusi í himli. Bíblian hevur boðað frá, at tey skulu „sita í hásætum“ og „vera kongar yvir jørðini“. – Lukas 22:29, 30; Opinberingin 5:9, 10, New World Translation.

Misskiljingar um lyklar himmiríkis

 Misskiljing: Pætur ger av, hvør sleppur í himmalin.

 Sannroynd: Bíblian sigur, at tað er Jesus Kristus, ikki Pætur, sum „skal døma livandi og deyð“. (2. Timoteusarbræv 4:1, 8; Jóhannes 5:22) Faktiskt segði Pætur sjálvur, at Jesus „er hin av Gudi setti dómari yvir livandi og deyðum“. – Ápostlasøgan 10:34, 42.

 Misskiljing: Himmalin bíðaði eftir, at Pætur skuldi gera av, nær lyklar himmiríkis skuldu brúkast.

 Sannroynd: Tá ið Jesus tosaði um lyklar himmiríkis, segði hann við Pætur: „Tað, sum tú bindur á jørðini, skal vera bundið í Himli, og tað, sum tú loysir á jørðini, skal vera loyst í Himli.“ (Matteus 16:19) Summi halda, at hetta merkir, at Pætur gjørdi av, hvat himmalin skuldi gera. Men griksku sagnorðini í grundtekstinum vísa, at Pætur skuldi taka avgerðir, aftan á at avgerðirnar longu vóru tiknar í himli, ikki áðrenn.

 Aðrastaðni í Bíbliuni sæst, at Pætur fekk boð úr himli, tá ið hann brúkti lyklar himmiríkis. Til dømis var tað eftir boðum frá Gudi, hann brúkti triðja lykilin. – Ápostlasøgan 10:19, 20.

a Bíblian brúkar av og á orðið „lykil“ sum eina ímynd um myndugleika og ábyrgd. – Esaias 22:20-22; Opinberingin 3:7, 8.

b Átrúnaðurin hjá samverjum var øðrvísi enn jødadómurin, men summar lærur og siðvenjur vóru úr Móselógini.