Far beinleiðis til innihaldið

Hvussu sá Jesus út?

Hvussu sá Jesus út?

Bíblian svarar

 Eingin veit akkurát, hvussu Jesus sá út, tí Bíblian sigur einki um hansara útsjónd. Hetta vísir, at kropsliga útsjóndin hjá Jesusi ikki hevur týdning. Men Bíblian gevur okkum tó nakrar ábendingar um, hvussu hann sá út.

  •   Andlitsskap. Av tí at mamma Jesusar var jødi, hevur hann allarhelst arvað nakað av hennara jødisku útsjónd. (Hebrearabrævið 7:14) Einki bendir á, at hann líktist burtur úr mongdini. Til dømis ferðaðist hann einaferð úr Galilea til Jerusalem, uttan at nakar kendi hann aftur. (Jóhannes 7:10, 11) Og hann líktist heldur ikki burturúr millum sínar nærmastu lærisveinar. Minst til, at Judas Iskariot mátti vísa nøkrum vápnaðum monnum, hvør Jesus var, so teir kundu handtaka hann. – Matteus 26:47-49.

  •   Hár. Tað er ósannlíkt, at hárið hjá Jesusi var sítt, tí Bíblian sigur: „Gongur maður við síðum hári, er tað honum vanæra.“ – 1. Korintbræv 11:14.

  •   Skegg. Jesus hevði skegg. Hann fylgdi jødisku lógini, sum segði, at vaksnir menn ikki máttu „stubba burtur av skegginum“. (3. Mósebók 19:27; Galatiabrævið 4:4) Bíblian nevnir eisini skeggið hjá Jesusi í eini profeti um hansara líðingar. – Esaias 50:6.

  •   Kroppur. Alt bendir á, at Jesus var kropsliga sterkur. Hann ferðaðist nógvar kilometrar í síni tænastu. (Matteus 9:35) Tvær ferðir reinsaði hann jødiska templið, hann koppaði borðini hjá pengavekslarunum, og einaferð rak hann eisini kríatúr út við einum koyrli. (Lukas 19:45, 46; Jóhannes 2:14, 15) McClintock og Strong’s Cyclopedia sigur: „Alt í evangeliunum bendir á, at Jesus hevði góða heilsu og var kropsliga sterkur.“ – Bind IV, síða 884.

  •   Andlitsbrá. Jesus var kærligur og blíður, og tað sást uttan iva á andlitsbránum. (Matteus 11:28, 29) Øll fólk, bæði høg og lág, fóru til hansara fyri at fáa troyst og hjálp. (Lukas 5:12, 13; 7:37, 38) Sjálvt børn kendu seg væl saman við honum. – Matteus 19:13-15; Markus 9:35-37.

Misskiljingar um, hvussu Jesus sá út

 Misskiljing: Summi halda, at Jesus hevði afrikanskar røtur, tí Opinberingarbókin í Bíbliuni samanber hárið hjá honum við ull og føturnar við ’skínandi málm’. – Opinberingin 1:14, 15.

 Sannroynd: Opinberingarbókin er skrivað „í teknum“. (Opinberingin 1:1) Henda lýsingin av hárinum og fótunum hjá Jesusi er skrivað við ímyndarligum orðingum fyri at lýsa hansara eginleikar eftir hansara uppreisn, og ikki fyri at lýsa, hvussu hann sá út, meðan hann gekk á jørðini. Tá ið Opinberingin 1:14 sigur um Jesus, at „høvd og hár Hansara vóru hvít, sum hvít ull, sum kavi“, er talan um lit og ikki tilfar. Tað skuldi lýsa vísdómin, Jesus hevði fingið eftir at hava livað leingi. (Opinberingin 3:14) Ørindið samanber ikki strukturin í hárinum hjá Jesusi við ull, líka lítið sum tað samanber strukturin í hárinum við kava.

 Føturnir hjá Jesusi „líktust skínandi málmi, táið hann er gløddur í ovninum“. (Opinberingin 1:15) Og andlit hansara var „sum sólin, táið hon skínur í kraft síni“. (Opinberingin 1:16) Við tað at einki fólkaslag hevur ein húðalit, sum passar við hesar lýsingarnar, má sjónin vera ímyndarlig og vísa til hin upprisna Jesus, ið „býr í ljósi, sum eingin kann koma til“. – 1. Timoteusarbræv 6:16.

 Misskiljing: Jesus var veikur og skroypiligur.

 Sannroynd: Jesus bar seg mansliga at. Til dømis gav hann seg djarvur til kennar, tá ið nakrir vápnaðir menn komu at handtaka hann. (Jóhannes 18:4-8) Jesus má eisini hava verið kropsliga sterkur, tí hann arbeiddi sum timburmaður uttan at brúka nútímans amboð. – Markus 6:3.

 Hví kláraði Jesus so ikki at bera pínslusteyran hjá sær? Og hví doyði hann áðrenn teir, sum vórðu avrættaðir saman við honum? (Lukas 23:26; Jóhannes 19:31-33) Beint áðrenn Jesus bleiv avrættaður, var hann sera illa fyri kropsliga. Hann hevði verið uppi alla náttina, millum annað vegna deyðaangist. (Lukas 22:42-44) Jødarnir vóru eisini farnir sera illa við honum ta náttina, og morgunin eftir høvdu rómverjar pínt hann. (Matteus 26:67, 68; Jóhannes 19:1-3) Hetta hevur helst skundað undir deyða hansara.

 Misskiljing: Jesus var altíð álvarsamur og dapur í huga.

 Sannroynd: Jesus speglaði til fulnar himmalska faðir sín, Jehova, ið Bíblian lýsir sum ’hin sæla [ella: lukkuliga] Gud’. (1. Timoteusarbræv 1:11; Jóhannes 14:9) Í roynd og veru lærdi Jesus onnur at vera lukkulig. (Matteus 5:3-9; Lukas 11:28) Hetta vísir, at Jesus ofta sá glaður út.